Tjóðstartaðu Earth Hour

Stórur partur av landinum lá í fullkomnum myrkri í hálvan annan tíma í nátt

Føroyar hava hildið sín Earth Hour í nátt.

Ein stórur partur av landinum lá í fullkomnum myrkri frá umleið klokkan 01.30 til klokkan 03.00 í nátt.

Orsøkin var ein feilur á høvuðslinjuni millum Vestmannasund og høvuðsstaðin. Hetta førdi við sær, at motorarnir á Sundi sløknaðu og turbinurnar á Eiðisverkinum steðgaðu.

Alt meginøkið lá í myrkri í hálvan annan tíma. Einans Suðuroyggin og útoyggjarnar høvdu streym.

Hjá SEV eru tey farin at kannað, hvat er hent við linjuni nú, tað er vorðið ljóst.