Tjóðsavnið tekur ímóti deyðum fugli

Í hesi ilsligu og køldu heystartíð er ikki óvanligt, at fuglar koma illa fyri av ymsum ávum. Teir, sum kunnu bjargast, eiga vit at hjálpa av øllum alvi. Tó eru nógvir, sum doyggja. Hetta er ein syrgiligur partur av lívsins gongd, men deyðu fuglarnir kunnu hóast alt koma vísindini og samfelagnum til góðar

Kroppurin á einum fugli ber óteljandi upplýsingar í sær, og á Tjóðsavninum verður tí savna inn til alskyns gransking, aðra vitanarmenning og framsýning. Samstundis er møguleiki fyri at goyma fuglarnar í óavmarkaða tíð, og á tann hátt virkar Tjóðsavnið sum ein depil, sum aðrir granskarar kunnu gagnnýta, sum byggir eitt søguligt savn av so nógvum sløgum sum gjørligt.

 

Leiðbeining 

 

Ávísur vandi er fyri fuglakrími, og tí er týdningarmikið, at tú pakkar fuglin væl inn, áðrenn tú frystir hann.

Týdningarmikið er at taka fuglin upp við umvendum plastikkposa um hondina, og síðani bretta posan um fuglin, ella vera í einnýtishandskum, tá tú tekur fuglin upp.

 

Tjóðsavnið tekur ímóti øllum sløgum, tó bert feskum fuglum í rímiliga góðum standi. Gev gætur, fuglur skal ikki latast inn í framsýningini hjá Tjóðsavninum í Brekkutún 6.

 

Set teg í samband við Jón Aldará fyri nærri kunning um innlating av deyðum fugli.