Tjóðsavnið leitar eftir nýggjari goymslu til forngripir og aðrar savnslutir

Núverandi goymsla hjá Tjóðsavninum hevur fingið staðfest blámusopp í hølunum, og hetta er skaðiligt fyri forngripirnar.

Tí mugu allir forngripir reinsast og flytast á nýggja goymslu skjótast gjørligt.

 

Tjóðsavnið lýsir tí alment eftir møguligum leigumáli til hetta endamálið hjá Tjóðsavninum. Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella í parti av bygningi, ið er væl egnaður, og nýtslan annars samsvarar við virksemið hjá Tjóðsavninum. Ætlaða leigumálið kann fevna um verandi, nýggjan, útbygdan ella umvældan bygning.

 

Leinkja til útboðstilfar:

 

https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-34092

 

Freist at lata tilboð inn er 26. august kl. 14:00 á Dalux.