Tíðindaskriv:
Nógv kenna bøkurnar Og mamma! og 1-1-2 Fuglafjørður eftir Elina á Rógvi. Fyrr í ár vórðu báðar bøkurnar um tann ikki heilt vanliga hanan, Morgunfríða, gjørdar til leik, og varð leikurin spældur fyri fullum húsum á Tjóðpallinum!
Nú hava vit aftur møguleikan at síggja leikin og mamma!
Leikurin, Og mamma!, snýr seg um tann heldur sjáldsama hanan, Morgunfríða, sum brádliga býr á grasplenuni hjá Torkili og Almu. Morgunfríði gongur í reyðum smekkubuksum og dugir at tosa - og so elvir hann til eina rúgvu av missskiljingum og tvørleikum.
##med2##
Torkil og Alma eru góð við ommusynirnar, Paula og Viggo, men eftir at hava verið barnagenta í rættuliga nógvar dagar og nætur, er als ikki so galið við einum vikuskifti í Fuglafirði púra einsamøll... Men ikki gongur alt altíð sum ætlað - serliga tá man eigur ein hana sum Morgunfríða.
##med3##
Og mamma! er ein skemtiligur leikur við eini rúgvu av missskiljingum, og mamma, og leikurin er viðmældur børnum úr trimum árum.
Sýningarnar verða á Tjóðpalli Føroya frá 18. august, og atgongumerki fáast nú á www.tjodpallur.fo og www.atgongumerki.fo
##med4##
##med5##
##med6##
Les meir um leikin og leikararnar á www.tjodpallur.fo.