Tjóðpallurin endar árið við nýskrivaðum, føroyskum skemtileiki

Tá ið Per ein dagin missir sín samleika, byrjar tann stóra leitingin. Til hann endar út í Tinganesi og inni á løgmansskrivstovuni.

Nú val er í hondum og nógv - bæði stuttlig og løgið - er farið fram á tí politiska pallinum í longri tíð, fer Tjóðpallurin ógvuliga apropos, at enda árið við einum nýskrivaðum, føroyskum politiskum skemtileiki.

 

Tá ið Per ein dagin missir sín samleika, byrjar tann stóra leitingin. Til hann endar út í Tinganesi og inni á løgmansskrivstovuni. Og har byrjar komedian. Hvat hendir við Stórtunlinum? Hvør skal hava ársins Moldvørpu? Hvat er verri, ein senil mamma ella korrupt embætisfólk? Og hvar setur mann eina arkitektoniska perlu?

 

Vælkomin til politiskan skemtileik á Tjóðpallinum - í harðari kapping við tann politiska ruðuleikan. Men, sum Charles de Gaulle segði, "Politikkur er ov álvarsamur til at verða latin upp í hendurnar á politikarum". Tí taka vit eisini sakina í egnar hendur við nýskrivaða politiska skemtileikinum Moldvørpuni. Tí er tað ikki júst tað, vit treingja til beint nú, meðan vit bíða eftir veruleikanum?

 

Moldvørpan

 

eftir Hans Tórgarð

 

Leikstjóri:

 

Guðjón Pedersen

 

Leikarar:

 

Erling Eysturoy, Kristina Sundar Hansen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Laura Joensen, Hjálmar Dam og Esther á Fjallinum

 

Pallsniðgevi: Hjálmar Dam

 

Ljós: Súni Joensen og Bogi Eyðunsson Hansen

 

Ljóð: Kristinn Akursmørk

 

Búnar: Anna Kristin Bæk

 

Smyrsl og hár: Julia Jacobsen

 

myndir: Høgni Heinesen

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##