Ólavsøkan stundar til, og við honum kemur størsti dagurin hjá kappróðrinum, okkara tjóðarítrótti. Ella er hann nú tað? Poul Clementsen hugleiðir her um kappróður, mentan og eitt sindur um Messi.
--
Um kvøldarnar, seint um várið, áðren flymo-fepurin hevur lagt seg sum eina dýnu yvir býin, og tú valla hoyrir mannamál fyri grastrimmarum, hoyri eg ofta glefsini av róðursmonnum og kvinnum, ið kýta seg algoyst niðri á vágni.
Tá reisi eg meg oftast upp; seti spakan frá mær, rætti ryggin og síggi tey fyri mær eina løtu. Smílist við tankan um hetta ofta lætta, lágvaksna og harðmælta bakbeistið afturi í rong. Sjálvt um geylini boða frá, at bert 30 tøk eru eftir, og at perluportrið stendur víðopið, eru altíð nøkur eyka tøk eftir.
Nú munnu tey verða komin árakað Viðarnes, tí rópini tagnaðu. Tey fóru aftur um oljutangarnar. Lítla løtu seinni hoyrist ein onnur rødd. Ymisk frá teirri fyrru, og ein heilt onnur falsett, men minst líka eldhugað. Tað er hesin eldhugurin, sum er so bergtakandi. Hvat er tað, sum fær okkara besta ungdóm at velja sár, pínu og kaldar skvampar, fram um flógvar kondideplar við hamstarahjólum, syntetiskum gúlarótadrykkum og flatskíggjum? Sneditt, ha?!
Fleiri av okkum hava eisini okkara egna yndisbát at halda við. Tá ið so útvarpið sigur frá onkran stevnudag, kunnu vit fylgja við og antin iðra okkum saman við teimum ella fegnast fyri okkum sjálvi. Tá serføroyska ítróttin verður útvarpað, fáa vit eitt sindur av mentan tann vegin. Tað løgna er jú, at kappróðrarfólk eru mentanarberar uttan at leggja so nógv í tað. Tey flestu hugsa so at siga ikki um tað. Men ímynda tær eina ferð, at føroyskur kappróður helt uppat. Hevði tú so saknað tað íkastið, sum júst hendan ítróttin gevur? Sjálvur haldi eg, at tað hevði verið tunnligt uttan.
Men kappróður sum mentanaríkast hevur so sanniliga kapping. Væl marknaðarførd nøvn sum Messi og allir hinir er so nógv lættari atkomulig ítrótt. Tað er so vælsignað lætt at sita ein dag ella eitt kvøld í ivaveðri og fáa tað heila borðreitt inn í stovuna. Eitt ótal av mínum kenningum viðmerkir á facebook líkt og ólíkt – í smálutum – um heimsstjørnurnar í fótbólti.
Tað mugu tey um, men eg hugsi bara, at tað er so lætt og fordummandi, tá tað er í heilum, fyri ikki at siga hvørja viku. At vera serfrøðingur heima á sofuni hevur ongantíð flutt nakað sum helst. Tí ivist eg í, at júst handan passiva dyrkanin av marknaðarførdari ítrótt hevur uppiborið so stórt pláss í gerandislívinum hjá heilt nógvum fólki. Higartil eru vit spard fyri, at Copa del Rey er spæld ólavsøkuaftan, men eg havi varhugan av, at tað hevði verið tómligt á Tinganesi, um so varð.
Nei tú. Vit hava ger-so-væl at halda øllum okkara ungu til, so tey halda fast um tjóðarítróttina fyri teirra egnu skyld. Tí tá ljósini á Anfield verða sløkt, er tað ikki ein kleyv har á leið, ið veit, hvat Føroyar er. Enn minni, hvar vit eru. Kappróðurin eiga vit og bara vit; og at eiga nakað, tað pliktar.
Tað pliktar, júst sum við móðurmálinum, merkinum, tjaldrinum og tjóðarsamleikanum. Tað eigur at fáa tín stuðul, tína nærveru og tína verju. Tað, at vera ein lítil tjóð; tað, at vera føroyingur, er ikki eitt time-share ævintýr undir hentleikaflaggi.
Kappróður er ikki fyri zapparar. Kappróður er ikki fyri sofaserfrøðingar. Kappróður er harður, og fyri mær er kappróður ímyndin av einari lítlari tjóð, mitt úti í Atlantshavi.
(Mynd: Eyga.fo, Morten Mortensen)










