Afrikanska oyggjalandið, Kap Verde - Grønhøvdaoyggjarnar - fer at gera eftir áheitanini hjá FIFA-forsetanum Gianni Infantino, og fer at nevna sín tjóðarleikvøll eftir brasilsku fótbóltslegenduni, Pelé (1940-2022).
Í dag kom fráboðan um, at Estadio Nacional de Cabo Verde, ið hevur pláss til 15.000 áskoðarar fer at vera nevnt eftir Pelé.
Staðfest verður í almennu fráboðanini, at Brasil og Kap Verde eru brøðratjóðir við felags søgu, mentan og máli (portugisiskum).
Tjóðarleikvøllurin liggur beint uttanfyri høvuðsstaðin, Praia.










