Tjóðarframsýning verður leygardagin

HUFF, sum er Hundaeigarafelag Føroyar, skipar fyri sonevndari Tjóðarframsýning komandi leygardag. Á framsýningini kappast hundarnir í átta ymsum flokkum – úr pinku- í veterandeild – og dómarin til kappingina er komin úr Noreg. Eisini verður skipað fyri barnakapping, har børn kunnu vísa sínar hundar fram.

Sýningin leygardagin verður í Hoyvíkarhøllini, og væntandi verða einir 80 hundar úr øllum landinum partur av sýningini. Nærri kunning um sýningina sæst á heimasíðuni, huff.dk.