Í oktober í ár tjentu føroyingar slakar 890 milliónir krónur, og tað eru 75 milliónir meira enn í sama mánað í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, og uppgerðin vísir eisini, at vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.
Men uppgerðin vísir eisini, at tað er rættiliga stórur muur á lønargjaldingunum til kvinnur og til menn.
##med2##
Og tað vísir seg eisini, at kynsmunurin er nógv vaksin hesi seinastu árini, tí lønirnar hjá monnum eru hækkaðar munandi meiri enn lønirnar til kvinnur.
Í 2010 tjentu menn góðar 130 milliónir meiri enn kvinnur, men í oktober í ár, vóru lønargjaldingarnar til menn, 560 milliónir og lønargjaldingarnar til kvinnur vóru 330 milliónir, ella 230 milliónir minni.
Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini.
##med3##
Uppgerðin vísir eisini, at sløk 65 prosent av lønargjaldingunum eru í almennu- og privatu tænastuvinnunum. 20 prosent eru í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15 prosent eru í byggivinnu og aðrari tilvirking.