Tjentu 255.000 krónur við línuskipum

Tað eru serliga línuskipini, sum hava havt tungan rakstur seinnu árini, men árið í fjør eydnaðist heldur frægari enn árið fyri

Tað gongur væl hjá summum veiðibólkum og verri hjá øðrum. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað ivaleyst altíð at vera.
Í greinini á hesi opnu um inntøkurnar hjá dekkarum við nótaskipum sæst, at daginntøkan hjá hesum monnum ongantíð áður hevur verið so stór sum í 2011. Tann veiðibólkur, sum hevur millum lægst løntu dekkarar, eru línuskipini. Men eisini millum línuskip er rættiliga ymiskt, hvussu árini roynast, og soleiðis er eisini ymiskt, hvussu inntøkan hjá manningini vignast.

Lágar inntøkur
Taka vit línuskipini undir einum í 2011, var miðal daginntøkan hjá dekkara 1.186 krónur. Miðalveiðidagatalið hetta árið var 215, sum soleiðis svarar til, at dekkarar, sum vóru við línuskipum hvønn túr í 2011, høvdu eina ársinntøku, sum lá nakað oman fyri 250.000 krónur.
Meðan fleiri veiðibólkar gjarna hava meiri enn eina manning, er vanligt, at línuskipini sigla við somu manning tað mest av árinum. Línuskip liggja, tá streymurin er harður, og tað gevur monnum nakrar frídagar. Tí hava teir kanska ikki sama tørv á skifti við aðrar menn, sum teir, ið eitt nú sigla við ísfiskatrolarum.
Ísfiskatrolarar koma gjarna inn til landing tíðliga á morgni og loysa vanliga aftur sama dag.
Frægasta árið hjá línumonnum – um vit fara nøkur ár aftur í tíðina – var árið 2007, tá miðaldaginntøkan hjá dekkarum var 1.803 krónur.