Sum vanligt er, tá ið EM-endaspæl og aðrar stórar ítróttarkappingar eru, so er vaksandi áhugi ímillum fólk at royna eydnuna við at tippa upp á dystirnar hjá veddingarfyritøkum. Soleiðis hevur eisini verið til ársins EM-endaspæl, men tað eru veddingarfyritøkurnar, sum higartil hava munin, meðan tey flestu, ið tippa, hava tapt.
Soleiðis er mynstrið í øllum førum eftir fyrsta umfarið av EM-bólkaspælinum. Veddingarfyritøkurnar hava pungað væl færri pengar út, enn tær hava fingið í kassan. Betxpert.com, sum er ein danskur tipsportalur, heldur, at orsøkin eru teir ógvuliga taktisku dystirnir higartil og harav eisini fáu málini.
Danske Spil sigur, at kundarnir hjá teimum í stóran mun hava spælt upp á at favorittarnir fara at vinna við meira enn einum máli. Tað hevur ikki loyst seg væl, tí nógvir favorittar hava annaðhvørt tapt, spælt javnt ella vunnið ein tepran sigur.
- Av tí at Oddset-spælarar generelt hella til at tað koma nógv mál í EM-dystunum, so hava úrslitini í sjálvum sær verið góð fyri fyritøkuna, sigur Hans-Henrik Busk Stie, Content Manager hjá Danske Spil, við heimasíðuna hjá BetXpert.
Danske Spil hevur higartil rindað 84% í afturgjaldi upp á EM-dystirnar. Av tí at Danske Spil hevur 95% teoretiska afturgjalding undir EM og setur oddsini eftir hesum tali, so merkir tað, at fyritøkan í miðal hevur tjent 11 krónur upp á hvønn kunda, ið hevur tippað EM-dystir.
Hans-Henrik Busk Stie avdúkar, at tað kom illa við hjá Danske Spil, at Bastian Schweinsteiger skoraði í yvirtíðini og tryggjaði Týsklandi ein 2-0-sigur ímóti Ukreina. Tá mátti Danske Spil nevniliga rinda 141,09% av innkomnu pengunum upp á dystin út aftur til kundarnar.
Hinvegin kom tað væl við hjá Danske Spil, at Russland í evstu løtu javnaði til 1-1 ímóti Englandi. Tá skuldi danska veddingarfyritøkan einans rinda 47,37% av innkomnu pengunum út aftur til kundan.










