Tjena milliónir upp á Gekkin

Tað var ikki bara Petur Johansen, vinnari av størsta gekka-vinningi nakrantíð, ið kundi fegnast í apríl, tá gekkafepurin herjaði landið.


Tí meðan Petur Johansen vann 2,2 milliónir krónur, so vísa tøl hjá Kringvarpinum, at inntøkur frá eydnuspølum fyrstu fimm mánaðirnir í 2016, samanborið við 2015, øktust við umleið fimm milliónum krónum. Lítil ivi man vera um, at tað var ovurhonds stóri áhugin fyri Gekkin fyrr í ár, ið er orsøkin til eyka milliónirnar.


Øktu inntøkurnar framganga í svari hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, til ein § 52a fyrispurning hjá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni.


Í svarinum vísir landsstýriskvinnan á, at inntøkurnar frá eydnuspølum, tað vil siga V4 og Gekkurin, var 2,192 milliónir krónur frá januar 2015 til mai 2015, meðan tær vóru 7,579 milliónir krónur frá januar 2016 til mai 2016. Talan er sostatt um eina øking á 5,387 milliónir krónur.


Upplýst verður eisini, at í sama tíðarskeiði var inntøkurnar frá lýsingum 924.000 krónur í 2016, samanborið við 1.097.000 krónur í 2015.