Tjant er jazzbólkurin hjá Heðini Ziska Davidsen, bólkurin er fløguaktuellur, í dag var Tjant fyrsti bólkur á pall í Posthús kjallaranum
Tjant vóru sera góðir. Teirra skitni jazzur var sera væl dámdur millum teir mongu áhoyrararnar. Teir spældu ótrúliga væl, og dugdu sera væl at framføra. Tónleikurin hjá teimum sigur nógv, hóast teir ikki hava nakran sangara, tú hoyrir tað í tónleikinum sjálvum.
Elin Maria Ó. Olsen










