Fríggjakvøldið bjóðar Grót til eina tónleikauppliving av teimum heilt stóru. Tíðliga í summar spældu Tjant og Benjamin konsert saman í Tøting, og tann konsertin meta fyrireikararnir verða ein av bestu konsertunum, sum Grót hevur fyriskipað.
Nú hittast teir aftur í Tøting, og hesaferð við nýggjum tilfari.
Benjamin gav út solofløgu í 2008. Hon var fyri tað mesta instrumental, tó átti Eivør onkra røddir.
Nú gevur Benjamin út fløguna Ghost With Skin, og um nýggju fløguna sigur Benjamin:
-Ghost With Skin er gjørd saman við mínum bestu vinfólkum, Jan Rúna Poulsen, Mikael Blak og Peturi Pólson. So hon er gjørd í gleði, kærleika og ljósi.
Tjant er ein tónleikaverkætlan hjá tónaskaldinum og guitaristinum Heðin Ziska Davidsen.
Tjant hevur útgivið tvær fløgur, men fríggjakvøldið fara tónleikararnir í Tjant at spíla seg út við nýggjum og eitt sindur øðrvísi tónum.
Hetta skriva fyrireikararnir á Facebook síðuni her: www.facebook.com/events/143688719067757/