Tjanningar í nærum hvørjum felagi

Hóast flestu feløgini royna at styrkja seg við leikarum uttan ífrá, so vísa hagtølini eisini, at feløgini samstundis royna at nýta egna framleiðslu á fyrstudeildarliðnum

Tað er vanligt, at nógv nýggj ung andlit eru at síggja í 1.deild í byrjanini av landskappingi, men soleiðis hevur ikki verið higartil í ár..

Bert í fýra feløgum (KÍ, HB, B68 og FS Vágum) finnast leikarar undir tjúgu ár, ið hava spælt í bestu deildini fyri fyrstu ferð. Tað skal tó leggjast afturat, at í fjør vóru teir tríggir vágamenninir, sum framganga av hjáløgdu talvu, fastir fúsir í aðru deild.

19 tjanningar, ella tineygjarar, hava higartil spælt í teimum fyrstu umførunum í 1.deild, og tólv teirra eru meira ella minni kendir millum áskoðarar frá undanfarnu kappingunum.

NSÍ hevur havt nógv tað besta unglingaliðið tey seinnu árini, og tí er ikki løgið, at fýra runavíkingar, sum enn ikki hava fylt 20 ár, eru komnir á besta NSÍ-lið.

Toftamaðurin Jann Ingi Petersen, ið kom inn á vøllin í 2.hálvleiki í 1-3 tapinum móti B36 seinasta vikuskifti, gjørdist tann yngsti leikarin í bestu deildini higartil. Hin evnaríki U-16 landsliðsspelarin er føddur so seint, sum í 1984, og er sostatt 16 ára gamal.

Eisini liðfelagi hansara á U-16 landsliðnum, Símun Joensen, hevur fingið royndir í 1.deild. Klaksvíkingurin spældi allan seinna hálvleik í Gundadali í 0-1 tapi ímóti HB.

Tór-Ingar Askelsen er blivin yngsti málskjúttin í 1.deild eftir tvey umfør. Sandavágsmaðurin, ið eisini hevur drúgvar landsliðsroyndir í ymiskum aldursbólkum, skoraði eitt av málunum hjá FS Vágum í dystinum ímóti NSÍ, sum endaði 3-3.

Tór-Ingar er tó ikki eins ungur og teir báðir omanfyrinevndu (hann fylti 19 ár mánadagin) og neyvan megnar hann at varðveitta hetta metið ígjøgnum alt kappingarárið.

Tað er bara ein annar tineygjari, ið hevur gjørt mál í 1.deild í ár. Gøtumaðurin Hans Pauli Petersen skoraði í evstu løtu til 2-0 á Sarpigerði ímóti sumbingum.

Yngsti leikarin í 1.deild í fjør, sandingurin Kristoffur Vidtfeldt (hann er føddur tann 24.juni 1983), hevur enn ikki verið at sæð í nøkrum landskappingardysti fyri sítt felag í 2000.