Tjaldursstova heilsar tjøldrunum

Børnini í Tjaldursstovu í Santa Jósefs Barnagarði í Havn vóru grækarismessudag vesturi í Vágum og leitaðu eftir tjøldrum

Útferð


?Vit hava sæð nøkur tjøldur í dag. Beint við vatnið, tá vit koyrdi hertil.
Tey eru væl nøgd við dagin higartil, børnini í Tjaldursstovu í Santa Jósefs Barnagarði í Havn. Barnagarðinum hjá nonnunum.
Tey eru, sum tey plaga hendan dagin, farin út at feðast at vita um tey síggja nakað tjaldur sjálvan grækarismessudag.
Í dag eru tey komin vestur í Vágar gjøgnum undirsjóvartunnilin. Tað liggur væl fyri. Ein praktikantur er við. Hon er úr Sørvági. Og tey ætla sær eisini at vitja barnagarðin í Sørvági seinnapartin, áðrenn tey fara aftur til Havnar.
Nú eru tey á flogvøllinum. Fara at síggja, tá stóra flogfarið, sum stendur á vøllinum, fer avstað. Tey eru spent og veittra til teirra, sum fara við. Øll eru tey ílatin høvuðprýði við einum tjaldri á. Hava sjálv gjørt til dagin.
Men tað er eisini annað, sum er spennandi her í cafeteria á flogvøllinum í dag. Tí í dag eru tey á útferð, og tað merkir, at tey hava ikki vanliga matpakkan við.
?Eg havi gingið ein 20 krónu frá mammu í morgun. So sleppi eg at keypa chips, greiðir ein lítil drongur sera spentur frá.
Og tey eta chips og pylsur og drekka sodavatn og hava tað óføra hugnaligt.