Ferðamannaskip
Tórshavn:Petur Skeel Jacobsen úr Havn var staddur á bryggjuni, tá nýggja feðramannaskipið Tjaldur hjá Skipafelagnum Føroyar kom á Havnina 1. februar 1953. Hann tók eisini í móti Norrønu tann 10. apríl 2003.
?Eg má siga tað, at Tjaldur var vakrari skip. Sniðið er nógv broytt hesa hálvu øldina. Men eg ivist ikki í, at Norrøna er gott skip, sum eg ætli mær at royna, sigur hann og vónar, at hendan nýggja Norrøna hevur størri dansidúrk, enn gamla Norrøna hevði.
Petur Skeel Jacobsen hevur ferðast við nógvum ferðamannskipum millum Føroyar og Danmark. Hann var fyrstu ferð við gamla Tjaldrinum, tí sum fórst á Mjóvanesi, í 1939. Síðan hevur hann roynt øll Tjøldrini og eina Norrønu umframt okkurt DFDS skip. Til dømis ta legendarisku Drotningina. Og hann ætlar sær við nýggju Norrønu heilt skjótt.
?Og fyri at gera listan fullan, kann eg siga, at eg var í Hanstholm og dansaði fyri Smyrli, tá hann fyrstu ferð kom hagar í 1975, minnist Petur eisini.
Petur Skeel Jacobsen er nógv upptikin av veðrinum, tá hann tosar um ferðamannaskipini. Tjaldur var eitt illveðursskip, um so kann sigast. Tað kom í illveðri, minnist Petur, og tað hevði fleiri ringar túrar av veðri eisini. Tann ringasta túrin, Tjaldur gjørdi, var, so løgið tað ljóðar, mitt um summarið. Tað var mitt í juni 1959, og kavin lá oman í hálvan hagan, minnist veðurfrøðingurin.