Tjaldur tekur seg úr botninum

Liðið úr Runavík vann týskvøldið dystin í Vestmanna móti KÍF. Tjaldur legði seg framum heilt frá byrjan og megnaði at varðveita leiðsluna alla tíðina. Við sigrinum hevur Tjaldur tikið seg úr botninum í 1. deild hjá monnum

Tjaldur legði hart út í dystinum móti KÍF í Vestmanna týskvøldið, og tað var tann framúr góða byrjanin, ið vann teimum dystin og tvey týdningarmikil stig. Tjaldur hevur nú lagt sjógv ímillum seg tey bæði botnliðini, KÍF og Kyndil.
Eftir fimm minuttir hevði Tjaldur skotið fýra mál og kollfirðingar einki. Gestirnir megnaðu at halda fast um hesa leiðslu heilt til dystarenda. KÍF elti Tjaldur allan dystin, men legði at enda árarnar inn.
KÍF nærkaðist onkuntíð Tjaldri, men ongantíð nærri enn eitt mál frá gestunum.
Bæði liðini høvdu eina greiða ætlan, sum skuldi vera lykilin til sigurin. Henda ætlan var mansverjing. Runavíkingar vistu undan dystinum, at um teir skuldu gera sær vónir um at vinna, var alneyðugt at steðga tí skotsterka Iljan Topic. Tí settu teir Sverra Justinussen at ansa eftir tí fremmanda leikaranum, sum hevur hjálpt KÍF til nøkur góð úrslit í ár.
KÍF svaraði aftur við at mansverja Sverra Justinussen, sum gjørdist toppskjútti hjá Tjaldri týskvøldið. Av tí at Sverri mansvardi Topic fekk hann fleiri mál eftir kontraálop, tí hann slapp skjótt niðaneftir vøllinum.
Hóast Sverri varð mansvardur skeyt hann átta mál. Tað eydnaðist tí ikki KÍF at steðga Sverra, sum ikki hevur víst sítt besta spæl higartil í hesum kappingarárinum. Hesin dysturin bendir tó á, at hann hevur funnið sítt besta spæl, sum einaferð gav honum landsliðsboð, framaftur.
Tað hevur annars verið vanligt, at móstøðulið hjá Tjaldri mansverja Dragisa Stojovic, sum er ein skotsterkur leikari og toppskjútti hjá Tjaldri samanlagt. Hann var annars ikki serliga væl upplagdur til hendan dystin.
Tað eydnaðist hinvegin væl hjá Tjaldri at mansverja Topic. Hann fekk bara fýra mál, og hann fær vanliga fleiri enn hetta.

Málverji avgerandi
Sagt verður um dystin í Vestmanna, at bæði liðini mistu nógvar óneyðugar bóltar. Dysturin gjørdist tí heldur rokmikil og óskipaður.
Ein avgerandi orsøk til sigurin hjá Tjaldri var stórspæl frá málverjanum Dean Lacok. Hann stóð hampuliga væl í fyrra hálvleiki, tá hann tók okkurt brotskast, men í seinna hálvleiki var hann framúrskarandi.
Hann tók fleiri skot og bjargaði eftir fríspælingar. Hann bjargaði liði sínum í fleiri umførum, tá liðfelagarnir ikki megnaðu at verja, ella tá teir mistu óneyðugar bóltar.
Mortan Hansen á strikuni hjá Tjaldri spældi eisini væl, og hann fekk fleiri mál.
Hetta er triðji dysturin millum hesi bæði liðini, og Tjaldur hevur nú vunnið tveir, og ein endaði við javnleiki.

Dysturin í tølum:
KÍF ? Tjaldur 24-27 (14-16)
Málskjúttar:
KÍF: Eddie Joensen 9, Durica Tomic 6, Iljan Topic 4, Petur M. Poulsen 3, Vagnur Johannesne 1, Finn Heri Johannesen 1
Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Mortan Hansen 5, Zoran Sarcevic 4, Ken Bærentsen 3, Jens Martin Knudsen 3, Hartvig Joensen 2, Dragisa Stojovic 2
Brotskøst: KÍF 4, Tjaldur 3
Útvísingar: KÍF 3, Tjaldur 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Rúni Mohr