Tjaldur sendi VB úr steypakappingini

Tjaldur vann heili 34-25 á VB, tá ið liðini hittust í steypadysti í Runavík í kvøld. Harvið er VB úti av steypakappingini, meðan Tjaldur er millum tey seinastu fýra í kappingini.

 

Adina Petrea var stóri spælarin hjá Tjaldur. Hon skjeyt ikki færri enn 15 mál.

 

Tað vóru bert tvey mál á muni í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki økti Tjaldri um munin. Spælararnir í Tjaldri hava verið lagdar undir - og hava eisini sjálvar sagt - at tær hava ikki verið í nóg góðum formi, men í kvøld runnu tær frá VB í seinna hálvleiki.