Tjaldur roynir flogið

Eftir at øll hini liðini longu eru byrjað, spælir Tjaldur sunnudagin sín fyrsta dyst í Sunset-kappingini, tá Stjørnan kemur á vitjan í ítróttarhøllini í Runavík at spæla sín triðja dyst.
Undanfarin ár hevur talan verið um toppdyst, men spurningurin er, um nakað av hesum báðum liðunum ordiliga fer at liva upp til tað í vetur. Stjørnan eigur enn fyrstu stigini til góðar eftir tveir dystir, og Tjaldur man vera líka skert sum Stjørnan, tá hópurin skal sammetast við undanfarnu árini.
Sunnudagin fær VB í Vági vitjan av VÍF, og mánakvøldið verður so grannauppgerð millum Neistan og Kyndil.
Í Atlantic Airwys-kappingini hjá monnum er sama grannauppgerð, altso Neistin ímóti Kyndli, longu sunnudagin, tá ein annar forvitnisligur dystur verður spældur í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti VÍF.
Vestmenningar hava dubbað seg til kappingina, so spennandi verður at síggja, hvussu teir standa seg ímóti kollfirðingum, sum í fjør vóru størstu avbjóðarin í toppinum.