Tjaldur órógvaði VÍF

Í einum rótutum dysti var um reppi, at VÍF tveitti týðandi stig burtur, men teir fingu tó tikið seg somikið saman, at sigurin kortini fekst til høldar

Manshondbóltur

Kanska var tað avrikið hjá kvinnunum í júst lidna dystinum, sum gjørdi sítt. Har hevði Tjaldur av álvara argað VÍF, og tá menninir so fóru ígongd, var júst sama mynstur at hóma.
Og menninir hjá Tjaldri tóktust leingi at ætla sær væl meira enn bara at arga. Fyrra umfarið hildu teir mest sum alla tíðina vestmenningarnar aftan fyri seg. Kanska ikki so nógv við vøkrum og poleraðum hondbóltsspælið. Men við einum væl skjótandi Dragisa Stojovic á odda, og annars nøkrum væl stríðandi liðfeløgunum gjørdu teir VÍF greitt, at hóast talan var um topp ímóti botni, so skuldu vestmenningarni ikki kanna sær bitan.
Og fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin var mynstrið hitt sama. VÍF royndi at toga seg framum, men Tjaldur svaraði hvørja ferð aftur, men at enda koppaði javnvágin tó. Tjaldursmenn megnaðu ikki at fylgja við, tá VÍF setti enn meira ferð, og spakuliga skrædnaði alt. Pappírið sigur, at tað bert var eittans mál á muni, tá avtornaði, men seinastu minutturnar mundi tó standa greitt, at sigurin var vísur hjá VÍF. Eitt skifti vóru teir fýra mál á muni, og tó at teir tá tóku sær av løttum, so var sigurin ongan tíð í vanda eftir hetta.

Øktu leiðsluna
Við sigrinum syrgdu vestmenningar fyri, at teir nú hava skrykt seg mest sum leysar í oddinum. Tvey stig eru niður til StÍF, men hóast hesir hava ein dyst til góðar, so man tað tó kennast tryggari, tá stigini eru fingin til høldar, heldur enn at hava tey til góðar.
Og í eini óstøðugari kapping tykist tað eisini so í løtuni, at vÍF er tað liðið, sum í størstan mun megnar at skava stigini saman. Bæði Neistin og StÍF tykjast í øllum snáva meira enn gott er, og heldur hetta fram, kunnu tey í Vestmanna skjótt fara at fyrireika seg til enn eina gullveitslu. Ein ábending um hetta fæst helst teir báðar komandi dystirnar, tá fyrst Neistin og síðani StÍF eru mótstøðuliðini.

Dysturin í tølum
Tjaldur-VÍF 28-29 (13-11)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 9, Mortan Hansen 7(5), Zoran Sarcevic 5, Sverri Justinussen 4, Tummas Magnussen 2, Arnfinn Langgaard 1
VÍF: Ólavur Brimnes 5, Petur Frank Joensen 5, Áki Olsen 4, John Zachariasen 3, Ingi Olsen 3, Daniel Rápa 3(3), Piti Negru 3, Áki G. Olsen 2(1), Johnny Joensen 1
Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 6
Útvísingar: Tjaldur 6, VÍF 5
Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon.