Beint við síðuna av, har endin kemur í land, sum heldur Smyrli at bryggjuni á Drelnesi, hevur eitt tjaldur valt sær bústað. Hví tjaldrið hevur valt at reiðrast á einum øki við so nógvari ferðslu, og so beint har, sum manningin bindur skipið, er ikki lætt at gita. Men manningin fylgir væl við og hevur umsorgan fyri grannanum .Myndamaðurin fekk greið boð um ikki at órógva og fara ov nær, tá myndin skuldi takast.
Vanligt er at taka til: "Sum smyril í staraflokki". Her verður sipað til, at smyril er rovfuglur, sum loypur hvøkk í staraflokkin. Men her kann so staðfestast, at tjaldrið og Smyril væl kunnu liva í friði lið um lið