Tjaldur-Neistin 31-29 (18-15)
Kvinnurnar hjá Tjaldri spældu seg í kvøld í steypafinaluna, tá tær á heimavølli vunnu á Neistanum við tveimum málum. Tjaldur, sum vann fyrru hálvfinaluna við átta málum, var á odda allan dystin.
Í finaluni skal Tjaldur spæla ímóti Stjørnuni, sum í gjárkvøldið tapti seinnu hálvfinaluna fyri StÍF, men við trivaliga sigrinum í fyrru hálvfinaluna kom trygt í finaluna.
Stjørnan og Tjaldur møttust eisini í steypafinaluni fyri tveimum árum síðani, og ta ferðina vann Stjørnan 25-23. Hetta er annars áttanda árið á rað, at Stjørnan er í steypafinaluni.
StÍF-KÍF 21-24 (10-16)
Stórur spenningur var undan seinnu hálvfinaluni millum StÍF og KÍF, tí ta fyrru vunnu kollfirðingar á heimavølli við bara einum máli. Í kvøld tóku teir sær kortini betri partar fyri og vóru á odda allan dystin.
KÍF skal í steypafinaluni møta Neistanum, sum vann báðar hálvfinalurnar ímóti VÍF, og tí rímiliga lættliga kom í finaluna, sum verður tann triðja á rað hjá teimum bláu, ið vunnu bæði í fjør og í fyrraárið.
Kollfirðingar hava bara eina ferð verið í steypafinaluni fyrr. Tað var afturi í 1986, tá teir taptu við bara tveimum málum fyri Kyndli.










