Tað hevur fingið ilt í Tjaldur, at Kappingarnevndin hevur gjørt av, at hálvfinalan hjá hondbóltskvinnunum í felagnum móti StÍF skal spælast mikukvøldið.
Upprunaliga hevði HSF flutt dystin til hóskvøldið. Hetta tí Tjaldur skuldi spæla útidyst móti Kyndli mánadagin.
Tann dysturin varð tó fluttur av øðrum umstøðum, og tí hevur Kappingarnevndin nú framskundað dystin millum StÍF og Tjaldur til mikukvøldið, men hetta vil Tjaldur ikki finna seg í.
- Okkara spælarar hava fingið at vita, at dysturin verður hóskvøldið, og hava lagt sær arbeiði eftir tí, og venjarin hevur gjørt venjingarnar útfrá tí, sigur Niels Peter Bech úr Tjaldri.
Hann heldur tað vera langt úti, at Kappingarnevndin við bara einum daga varni ger eina somikið týðandi broyting í skránni, og sigur, at merkir hetta, at Tjaldur verður dømt at tapa hálvfinaluna, fer felagið at umhugsa sína støðu í landskappingini.
Formaðurin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen, sigur, at tilrættislegging av kappingini er eitt mál, sum Kappingarnevndin suverent umsitur, og at hann tí ikki kann leggja seg beinleiðis út í málið.