Hondbóltur
Sigurin hjá Tjaldri ber við sær, at tær nú hava sama dystar- og stigatal sum Stjørnan, og enn sum áður halda tey bæði liðini fram í pararenningini ovast á stigatalvuni.
Tjaldur var á odda allan dystin á tamb sunnudagin. VB royndi í sínum lag at fylgja við, men tað var ikki, fyrr enn Tjaldur gearaði nakað niður eftir steðgin, at VB veruliga slapp upp í part.
Komandi vikuskifti skal VB til Runavíkar, áðrenn botnliðið skal í holt við avgerandi dystirnar móti teimm trimum liðunum, sum eru á plássunum frá nummar trý til fimm.
Fakta um dystin
VB-Tjaldur 22-31 (9-15)
10 min: 3-5
20 min: 7-9
40 min: 11-21
50 min: 16-24
Málskjúttar
VB: Migle Senvityte 8(5), Svava Vestergaard 5, Bára K. Mortensen 2, Sára Samuelsen 2, Una Egilsdóttir 2, Christina Holm 2, Monika Samuelsen1
Tjaldur: Adina Petrea 11, Cornelia Ribu 7, Heidi á Lakjuni 3, Kirstin Gaardbo 2, Mary-Ann Zachariassen 1, Jóhanna í Króki 1, Jacoba Langgaard 1
Brotskøst: VB 5
Útvísingar: VB 1, Tjaldur 1
Dómarar: Zeljko Jotic og Srdan Tomajek










