Tjaldur hevði 119 milliónir í avlopi

Árið 2023 gjørdist eitt gott ár fyri vinnufelagið Tjaldur.

Janus Thomsen, stjóri í P/F Tjaldur

2023 hilnaðist væl hjá Tjaldur. Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi í morgun.

 

Fyri samtakið gjørdist úrslitið kr. 134 mió. áðrenn skatt og kr. 119 mió. eftir skatt.

 

Samlaða sølan í samtakinum var oman fyri kr. 1,8 milliard, og starvaðust oman fyri 400 fólk í feløgnum, ið Tjaldur hevur týðandi leiklut í.

 

Um úrslitið og gongdina sum heild sigur Janus Thomsen, stjóri, í tíðindaskrivinum soleiðis:

 

– Okkara visjón í Tjaldur er at menna feløg, vit eru errin av. Saman við okkara leiðslutoymum, stremba vit eftir tí hvønn dag, og er úrslitið í fjør eitt gott dømi um dygdargott arbeiði av starvsfólkunum og leiðslutoymunum í okkara dóttirfeløgum.

 

Tjaldur hevur virksemi innan fleiri vinnur í bæði Føroyum og uttanlands, og leggur felagið áherðslu á at byggja vinnuliga og á tann hátt skapa virðir.

 

Størsta virksemi uttan fyri Føroyar er í Norra og Bretlandi, og verður dentur lagdur á burðardygga menning, skrivar felagið.

 

Janus Thomsen, stjóri í P/F Tjaldur