Tjaldur heldur fast

Hóast StÍF beit frá sær eina løtu, so halda Tjaldurs-kvinnur framvegis fast í fremstu liðunum

Hondbóltur

 

Talan gjørdist um veruliga málveitslu, tá StÍF í gjár vitjaði í Runavík.

Tjaldurskvinnurnar vunnu dystin, men tað var ikki bara sum at siga tað, tí gjøgnum allan fyrra hálvleik hingu gestirnir heilt væl við.

Eftir steðgin eydnaðist tó Tjaldri at toga seg leyst. Eina løtu kom verjan veruliga upp at koyra, og tá tað ikki eydnaðist StÍF at halda fast í stóru skjúttunum hjá vertunum, kom munurin millum liðini til sjóndar.

Og hesum helt Tjaldur annars fast í. Eina løtu eydnaðist annars hjá StÍF at skora fleiri mál á rað, men veruligan spenning megnaðu tær kortini ikki at skapa.

Við sigrinum syrgdi Tjaldur fyri, at munurin upp til VB ikki øktist, og enn sum áður er málið hjá teimum gulu at vinna seg allan vegin til FM-finaluna.

 

Fakta um dystin

Tjaldur-StÍF 37-30 (16-15)

10 min: 6-4

20 min: 12-9

40 min: 23-18

50 min: 29-26

Málskjúttar

Tjaldur: Annika Thomsen 11, Alina Petrea 9(1), Elinbjørg Hammer 6, Alina Olaru 4(1), BGenedikta Johannesen 2, Jóhanna í Króki 1

StÍF: Ninna K. Johansen 11(2), Rebekka Justinussen 7, Fríðrunn Danielsen 6, Louisa Andreasen 3, Ásbjørg Káradóttir 3, Poula D. Olsen 2, Bára Berthelsen 1

Brotskøst: Tjaldur 2, StÍF 3

Útvísingar: Tjaldur 4, StÍF 1

Diskvalifikatión: StÍF 1 (beinleiðis reytt)