Fyri fyrstu ferð nakran tíð er hondbóltsfelagið Tjaldur komið í hálvfinaluna í steypakappingini í hondbólti. Tí syrgdu Tjaldurskvinnur fyri, tá tær í gjárkvøldið spældu fjórðingsfinalu móti Søljuni. Úrslitið av dystinum millum tey bæði oddaliðini í 1. deild gjørdist 24-20 til Tjaldur, sum soleiðis kann brynja seg til at spæla tvær hálvfinalur í næstum.