Tjaldur greiddi sína skyldu

Tað var lítið veiggj í Tjaldri, sum vann við átta málum í Vestmanna seinnapartin. Úrslitið var 31-23. Tjaldur var á odda 16-10 í hálvleikinum.

 

Steypavinnararnir løgdu bragdligari fyri og vunnu sær greiða leiðslu alt fyri eitt. VÍF hótti ongantíð leiðsluna.

 

Tjaldur noyddist ongantíð at kíta seg, og tí framdu kvinnurnar úr Runavík fleiri mistøk og misnýttu upplagdar møguleikar, men tað gjørdi heimaliðið sær ikki dælt av.

 

Liljan Djurhuus, sum hevur gingið undan hjá kvinnunum úr Vestmanna í hesum kappingarárinum, var ikki við í dag, og tað er merktist serliga væl í álopsspælinum hjá VÍF.