Tjaldur fær nýggjan málverja

-

Besta kvinnuliðið hjá Tjaldri fekk mikudagin fyrstu stigini á árinum, og hetta er sjálvandi hugaligt í sjálvum sær.
Hondbóltslagið í Runavík man tó ikki gerast verri av, at felagið nú eisini fær tilgongd av einum rumenskum málverja.
Eftir ætlan skuldi málverjin koma við hósdagsflogfarinum, og verður hon sostatt við, tá Tjaldur næstu ferð skal á vøllin, tó at hetta ikki verður fyrr enn 13. november, tá Neistin kemur á vitjan.
Málverjin, sum talan er um, eitur Maria, og hevur hon undan hesum roynt seg í sponskum kvinnuhondbólti eina tíð, so væntandi er talan um munandi styrk, sum felagið nú fær.