Tjaldur er í finaluni

Tjaldur-StÍF 30-24 (12-13) Tjaldur víðari við samanlagt 59-47

 

Eina løtu var stóra sensatiónin heilt nær í Ítróttarhøllini í Runavík.

Eftir ein fyrra hálvleik, har tað gekk javnt á, byrjaðu strandakvinnur seinna hálvleik við buldur og brak. Tær komu upp á 18-13 og restaðu soleiðis bara eitt mál í at koma upp á javnt í samlaðu støðuni.

StÍF yvirlivdi eisini eina útvísing, uttan at Tjaldur skoraði, og tá Tjaldur síðani fekk eina útvísing, kom veruligur spenningur í.

Men so var eisini liðugt. Tjaldur vann næstu løtuna 3-0, og eftir hetta kom StÍF ongan tíð fyri seg aftur í dystinum. Vertirnir koyrdu á við málskjótingini, og við at vinna seinastu 20 minuttirnar 17-6 sópaðu tær allan iva av vegnum.

 

Enn einaferð var Adina Petrea stórskjúttin hjá Tjaldri. Hesa ferð við 12 málum. Rebekka Justinussen skoraði 7 av málunum hjá StÍF.