Tjaldur basti aftur VB

Tjaldur-VB 28-21 (14-11)

Tjaldur heldur enn lív í vónini um at vinna seg í FM-finaluna í kvinnuhondbólti.

Eftir at tær í gjár bastu VB í steypakappingini, vann Tjaldur aftur í dag tryggan sigur á VB, sum harvið misti møguleikan at vinna oddasessin aftur frá Stjørnuni.

Tjaldur var støðugt á odda, og beint eftir steðgin skræddu tær seg veruliga leysar, tá tær skutu seg upp á 18-12.

Tann munin vann VB ongan tíð aftur, og so mugu tær liva við, at spenningurin um finaluplássini nú aftur er øktur nakað.

Besti málskjútti hjá Tjaldri var í dag Alina Olaru við 11 málum. Daiva Toumaite skeyt 9 av málunum hjá VB.