Tjaldur aftur einsamalt

Tað var seinna partin av fyrra hálvleiki, at dysturin millum Tjaldur og Neistan varð avgjørdur.

Fyrsta lítla korterið gekk javnt á, men tá Tjaldur skoraði fýra ferðir á rað og kom upp á 8-4, punkteraði mest sum fullkomuliga hjá gestunum.

Undan steðginum hevði Tjaldur vunnið seg átta mál framum, og hóast Neistin stríddist væl allan seinna hálvleik, so eydnaðist teimum ongan tíð at skapa veruligan spenning.

 

Tjaldur-Neistin 25-20 (14-6)