Tjaldur 135 milliónir eftir hali

2008 var sum eitt áhaldandi ódnarveður, har tað hevur verið torført at fóta sær, sigur felagið, sum fyrr var Skipafelagið Føroyar

Íløgufelagið Tjaldur hevði eitt hall upp á 135 milliónir krónur í 2008. Hetta er leiðslan alt annað enn nøgd við. Felagið telist tó framvegis millum stóru feløgini í Føroyum, við eini eginogn í dag upp á umleið 100 milliónir krónur.

Í ársfrágreiðingini sigur felagið m.a.:

- Alt árið hevur verið sum eitt áhaldandi ódnarveður, har tað hevur verið torført at fóta sær, og mangt er farið í sor. Men mitt í øllum meldrinum hava vit miðvíst arbeitt við at tryggja framtíðarstøðið. Tað hevur í stóran mun eydnast at tillaga virksemið til tær broyttu umstøðurnar. M.a. er konsernskuldin minkað munandi, og við eini eginogn uppá 89 mio. kr. kunnu vit hóast alt gleðast um, at solvensurin er sera góður, heili 56%.

Spurdur um, hvar tað stóra tapið stavar frá, sigur Líggjas í Bø stjóri:

- Vit áttu nógv partabrøv frá fyrr av í flutningsfyritøkuni Eimskip. Til alla lukku seldu vit ein stóran part av hesum væl áðrenn kreppuna. Men tann parturin, sum var eftir, var hækkaður nógv i virði, men nú felagið fór av knóranum, var sjálvandi alt avskrivað. Restin stavar frá skrásettum partabrøvum, sum framvegis kunnu fara allar vegir. Tó, síðani ársbyrjan, hava tey verið positiv.

Um framtíðarútlitini sigur stjórin: -Vit hava lítla skuld, so tað skal góður vilji til at vera alt ov dapurskygdur. Umframt børsskrásettu partabrøvini, eigur Tjaldur m.a. partar í Vónini, Bakkafrost og Havsbrún.