Í nátt kom vaktarskipið Tjaldrið inn á Klaksvíkina við línuskipinum Jákup B, ið hevði verið til fiskiskap við Íslandsryggin.
Tað var tá skipið var til fiskiskap eftir hýsu og toski føroysku megina Íslandsryggin, at sløkkiskipanin brádliga loystist út. Skipið hevði tá verið úti í tríggjar til fýra dagar.
- Einki er farið. Fire Pro skipan loystist út, so skiparin valdi at sløkkja høvuðsskipanina. Mest sannlíkt er einki hent, og tað verður einans neyðugt at reinsa turboløðaran, sigur Óli Lassen, reiðari hjá Jákup B. við in.fo.
Talan var um seinasta túrin áðrenn summarferiuna, og hevur manningin nú frí til Ólavsøku og Summarfestivalin. Skipið fer aftur til fiskiskap aftaná Summarfestivalin.