Tjaldrið hevur funnið flogið

5-mannafør kvinnur: Tær á Glyvrum vístu á norðoyastevnu, at tær ætla sær at kappast, har tað er hugaligt at vera

Tjaldrið er trúfast og kemur aftur á hvørjum ári. Guli kappróðrarbáturin á Glyvrum er mest sum altíð við í kappingini, men tað hevur verið langt ímillum, at kvinnurnar í 5-mannafarinum hava vunnið. Í 6-mannafarinum Sølmundi hava kvinnurnar á Glyvrum verið við í fremstu røð og eisini vunnið FM.

 

Genturnar vunnu FM í 1973, sum var fyrsta árið, at kappast var um FM eftir tí leisti, sum framvegis er galdandi. Annars hevur Tjaldrið við gentum og kvinnum ongantíð vunnið FM.

 

Í dag vann Tjadrið kvinnuróðurin á norðoyastevnu, og harvið eru ábendingar um, at Tjaldrið er kandidatur at vera við í FM stríðnum. Tjaldrið var tað mesta av einari bátslongd undan Bliki av Argjum, sum var eina bátslongd undan Drekanum hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Leikalind hjá Róðrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu endaði á fjórða plássi. Tey í Eysturkommunu eru við fleiri manningum av álvara við at bjóða av í kappróðrinum.

 

NrBátanavnTíðStigGultReytt
1Tjaldrið (NSÍ)05:31.38700
2Blikur (AR)05:33.48600
3Drekin (HR)05:36.39500
4Leikalind (TIND)05:37.16410
5Teistin (AR)05:43.04300
6Fípan Fagra (KRF)05:43.18200
7Svanur (Skála)05:43.31100
8Royndin Fríða (VK)05:58.04000
9Frúgvin (MR)06:02.03000