Tjaldrið gjørdi bart

Barnaróður dreingir: Sævarmoy úr Klaksvík var næstfremst og vann FM

Tað var stórur spenningur og fín kapping á 500 metra teininum fram við Molanum, tá ið dreingirnir kappaðust í barnaróðrinum.

 

Sævarmoy úr Klaksvík var FM favorittur, og Sævarmoy var eina løtu fremst. Sævarmoy endaði næstfremst og vann FM.

 

Men Sævarmoy megnaði ikki at fáa bilbukt við Tjaldrið av Glyvrum. Higartil í ár hevur tað ikki vignast so væl hjá Tjaldrinum, men í dag gjørdi Tjaldrið bart.

 

Tá ið hálvur teinurin var rógvin, stakk gula Tjaldrið seg fram, og á málinum var tað ein hálvur skutur frá Tjaldrinum og aftur til FM vinnararnar úr Klaksvík. Dúgvan úr Sørvági, sum endaði næstfremst í FM kappingini, var í dag nummar trý.

 

1Tjaldrið02:37.38700
2Sævarmoy02:38.14600
3Dúgvan02:38.21500
4Kollur02:38.40400
5Títlingur02:42.23300
6Havfrúgvin02:45.12200
7Leikalind02:46.05100
8Ternan02:47.37000
9Tistil02:48.02000
10Royndin Fríða02:48.28000
  

 

 

 

FM

 

1 Sævarmoy    33

 

2 Dúgvan         29

 

3 Kollur           28

 

4 Títlingur       28

 

5 Tjaldrið        20