Tjaldrið flýgur ímóti FM

5-mannafør kvinnur: Í dag var kappingin frá Bliki øgiliga stór

Tjaldrið úr Kappróðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum við kvinnumanning hevur beina kós ímóti FM heitinum. Tjaldrið hevur 34 stig, go tað eru átta stig aftur til Blik av Argjum, sum er næstfremst í FM kappingini.

 

Í dag reið tað um snarið hjá Tjaldrinum. Starturin hjá gula bátinum var ikki so góður, sum hann hevur verið fyrr í ár. Fípan Fagra, Blikur og eisini Leikalind og Svanur høvdu hug at bjóða av, men smátt um smátt róði Tjaldrið seg alt longur fram, og so tók Tjaldrið eisini Blik.

 

Í endaspurtinum vísti Blikur seg at vera rættiliga drúgvur, og tað var heilt spennandi fram ímóti málinum, men Tjaldrið var stavnin og reiðiliga tað undan teimum av Argjum.

 

1Tjaldrið (NSÍ)05:02.20
2Blikur (AR)05:02.38
3Leikalind (Tindur)05:05.04
4Svanur (Skála)05:05.38
5Fípan Fagra (KRF)05:08.04
6Teistin (AR)05:08.05
7Drekin (HR)05:08.15
8Royndin Fríða (VK)05:16.46
9Frúgvin (MR)05:21.22

 

stavnur.fo

 

-

 

FM  støðan

 

1Tjaldrið (NSÍ)34
2Blikur (AR)26
3Leikalind (Tindur)25
4Svanur (Skála)20
5Drekin (HR)13
6Fípan Fagra (KRF)11
7Teistin (AR)11
8Royndin Fríða (VK)0
9Frúgvin (MR)0