Tjaldrið vardi heiðurin hjá Runavíkini

5?mannafør dreingir: At venja við einum gomlum báti og at kappast við einum nýggjum báti er sum dagur og nátt

Av góður grundum var stórfingna móttøkan, sum Eysturoyingur hevur fingið í Runavík tvey tey seinastu árini, av ongum leygarkvøldið. Men best umboðaða økið í kappróðrinum kann gleða seg um, at róðrarframtíðin í Runavíkar kommunu tykist vera í góðum hondum.

Nýggi báturin hjá Róðrarfelagnum NSÍ, Tjaldrið, vann ein rudduligan sigur á norðoyarstevnu, og tað varð markerað við, at báturin, sum stóð uppi á einum lastbili, vitjaði í so at siga øllum bygdunum í kommununi, tá teir komu út aftur leygarkvøldið.

Tjaldrið stakk seg framum hinar bátarnar longu í startspurtinum, og tá hálvur teinurin var lagdur afturum, var tað leyst aftur til kappingarneytarnar. Ofta eru fremstu dreingjabátarnir komnir á mál í einum stórum trunka. Soleiðis var ikki hesa ferð. Tað var leyst frá Tjaldrinum og aftur til Havfrúnna. Og tað var leyst frá vestmannabátinum, sum vann FM í fjør, tá tað var hann, sum var spildurnýggjur, og aftur til Koll.

Hinir bátarnir vóru væl aftari, og tí er ilt at síggja, at kappingin um fremstu plássini fer at standa millum aðrar bátar enn teir omanfyri nevndu.


Hava vant í gomlum báti

Gudmundur Danielsen er bátsformaður umborð á Tjaldrinum. Hann situr á toftini bakborðsmegin, og tískil var tað longu í startspurtinum, at hann sá aftur á hinar bátarnar, og tað var ein góð kensla. Umborð á Tjaldrinum er róðursmaðurin tann sami sum í fjør, og fýra av teimum seks, sum rógva, vóru eisini við í fjør. Tveir nýggir eru komnir umborð:

? Vit hava vant nógv. men tað var bara síðstu vikuna undan norðoyarstevnuni, at vit vóru umborð á Tjaldrinum. Báturin var ikki klárur. Tí hava vit vant við Ternuni. Tað er ein gamal og tungur bátur. Árarnar eru eisini tungar, og tí var tað ein heilt onnur kensla at koma umborð á ein spildurnýggjan og lættan bát. Tað er ein stórur fyrimunur at hava ein nýggjan bát, heldur Gudmund Danielsen.

Bátsformaðurin umborð á Tjaldrinum roknar avgjørt við, at teir á komandi stevnum fara at fáa kapping frá í hvussu so er Havfrúnni og Kolli.

Sigurin á norðoyarstevnu var tann fyrsti hjá teimum, sum nú rógva við Tjaldrinum. Í fjør vóru teir nummar trý á norðoyarstevnu, og tað var besta úrslitið hjá teimum i FM kappingini.ið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa.

Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum, sum eru fløgur við endamálinum at gera vart við løg og tónleikarar. Enn einaferð sleppur Ragnar upp í part, tá Stuart Cammeron gevur út næsta Hotdiscin í juli.

Kitty Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum.


Pólland hóast alt

Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum til ferðina til tónleikafagnaðin í Póllandi, umframt at hann á øðrum økjum roynir at laga tað so, at ferðin kann gerast veruleiki.

Ragnar í Vík og tónleikarar fara, um gjørligt, til Póllands um ólavsøkutíð og slík ferð kostar ferðalagnum eini 70.000 krónur.



(Lesið eisini viðmerkingina frá Norðoya Sparikassa : Ikki leisturin í framtíðini)