Tjaldri vann trygt

Tjaldur - Kyndil 36-18 (14-7)

 

Tjaldri greiddi sína skyldu, tá botnproppurin Kyndil vitjaði í Runavík seinnapartin. Heimaliðið vann við 36-18, eftir hálvleiksstøðuna 14-7.

Í seinna hálvleiki setti Tjaldri av álvara ferðina upp, og tá megnaði gestirnir als ikki at fylgja við.

Við sigrinum komu runavíkskvinnur upp á 20 stig, sum eru tvey færri enn VB, sum er á øðrum plássi.