Kappróður
Tað gekk, sum tað plagar at gera, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust á varmakeldu. Í undanfarnu kappingunum hevur Tjaldrið vunnið. Á jóansøku var sigurin teprari, enn hann hevði verið undanfarnu ferðirnar, og tí kendist tað ivaleyst serliga spennandi undan kappróðrinum í Fuglafirði.
Báðir bátarnir hjá Argja Róðrarfelag – Blikur og Teistin – royndu at bjóða av, og tað var leingi heilt tætt. Allir hinir duttu afturav, og í endaspurtinum vóru tað Tjaldrið og Blikur, sum kappaðust um fremsta plássið.
Teir á Tjaldrinum vóru teir drúgvaru. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Tjaldrið eina hálva bátslongd frammanfyri Blik. Teistin var leingi væl við, men í endaspurtinum eydnaðist tað Royndini Fríðu at taka Teistan og harvið at tryggja sær bronsuplássið.
Nú skal tað vilja meiri enn illa til hjá dreingjunum í Kappróðrarfelagnum NSÍ, um tað ikki skal eydnast teimum at vinna FM heitið. Undan vestanstevnu og ólavsøku hevur Tjaldrið níggju stig at geva av.
Tó er einki at ivast í, at talan framvegis verður um stóra og tætta kapping. Tjaldurs dreingirnir vilja fegnir vila FM við fullari úrtøku, og argjadreingir vilja fegnir vinna róðrarnar, sum eftir eru – ikki minst á ólavsøku.