Tjaldrið kemur aftur síðst í vikuni

Verjuskipið Tjaldrið hevur verið uttanlands á skipasmiðju í ein góðan mánað

Vaktartænasta

Gongur sum ætlað, fer vaktarskipið Tjaldrið, aftur í sigling síðst í vikuni.
Tjaldrið hevur í meiri enn ein mánaða verið á Skipasmiðju í Skagen.
Á Skipasmiðjuni hevur høvuðsarbeiðið verið at sandblása skipið.
Og nú tað er farið í dokk, eru eisini aðrar ábøtur gjørdar, men leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, sigur, at hetta eru bara smáttarí.
Mong eru tey, sum halda, at almennir stovnar eiga fyrst og fremst at hugsa um føroyskt vinnulív, tá ið arbeiði skulu gerast.
Men Elmar Højgaard sigur, at so umfatandi sandblásing, sum talan her er um, verður ikki gjørd í Føroyum.
Og hini arbeiðini, sum skuldu gerast vóru bara piparnøtur, sum hann tekur til.
Annars hevur Vaktar og Bjargingartænastan ikki bjóðað síni arbeiði út uttanlands, sum tað sum er at gera við skipini, hevur altíð verið gjørt í Føroyum.
? So hetta er heilt avgjørt eitt undantak, sigur leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum.