Tjaldrið helt høvdið høgt

Hondbóltur: Tey vóru ivaleyst fleiri, sum roknaðu við, at liðið hjá runavíkingum fór at fáa ein veruligan avsmurning móti H71 sunnudagin. Men so varð ikki

Tað gekk sum væntað, tá nýggja hondbóltsfelagið Tjaldrið sunnudagin kom upp í landskappingina hjá monnum. Fyrsti dysturin var móti H71, og hoyvíkingar vunnu tá samanumkom trygt 34-20. Men sigurin var ikki so lættur, sum tølini benda á, og sum tey flestu ? og kanska eisini hoyvíkingar sjálvir ? høvdu roknað við.

Støðan í hálvleikinum var 14-10 til H71, og í seinna hálvleiki var tað Tjaldrið, sum byrjaði betur og minkaði munin niður í 15-14. Men so gekk skjótt hinvegin ? ikki so nógv tí H71 svingaði seg upp, men meira tí runavíkingar sjálvir lorkaðu tað burtur við óhepnum útskiftingum o.ø.. Hoyvíkingar vóru raskir at skjóta mál seinnu helvt av seinna hálvleiki, og seinasta korterið fingu teir trettan mál, meðan Tjaldrið fekk fýra?

Tjaldursmenn høvdu serliga trupult við at verja fyri skjúttunum Hans Guðmundssyni og Halgir Dal Olesen, sum skutu átta mál í part. Serliga ansaði heimaliðið væl eftir Hans, og tað gav pláss til hinar, eitt nú unga Trónd Vatnhamar, sum skeyt seks mál.

Tað hevði ikki verið rætt, um Tjaldrið skuldi vunnið sín fyrsta dyst í kappingini móti einum so sterkum liði sum H71, men teir vístu kortini, at teir ikki bara eru við til stuttleika. Fleiri av spælarunum eru eisini fótbóltsspælarar, og hvat konditión viðvíkur, standa teir ikki nógv aftan fyri hini liðini. Teir eru ikki allir av størstu monnum, men teir eru skjótir, og kontraspælið hjá Tjaldrinum riggaði eisini væl sunnudagin. Menn sum Mortan Hansen á vinstra bakki og Hjørleif Klein í málinum hava 1. deildarstøði, og hóast liðið tilsamans bert hevði vant ein hálvan tíma (!) áðrenn dystin, kundu teir halda høvdið høgt aftaná.

Tað tykist eisini, sum um fólkið í Runavík hevur tikið undir við nýggja felagnum. Áskoðararnir róptu »Tjaldur«, og millum áskoðararnar vóru eisini fleiri fyrrverandi hondbóltsspælarar av Skálafjørðinum. Tað er kortini eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður, tá fótbólturin byrjar aftur eina ferð í januar. Fleiri av spælarunum eru sáttmálabundnir at fótbóltsfelagnum NSÍ, og tað fer ivaleyst at bera illa til hjá teimum at spæla bæði hondbólt og fótbólt samstundis. Tað er ein trupulleiki, tey í Tjaldrinum eru greið yvir, men hvussu hann verður loystur, er ein góður spurningur.