Tjaldrið fingið nýggjan venjara

Trygvi Mortensen stendur nú á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá Tjaldri.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

Í stuttu fráboðanini verður gjørt greitt, at nevndin og Bogdan Burcea, sum hevur stjórnað liðnum seinastu kappingarárinum, hava í kvøld gjørt av gevast við samstarvinum.

 

Trygvi Mortensen hevur verið virkin sum fótbóltsvenjari seinastu árini. Nú fer hann at royna seg sum hondbóltsvenjara.

 

Tjaldur spældi 18-18 á heimvølli móti botnliðnum StÍF mikukvøldið. Tjaldur er nummar trý við sjey stigum. Tað eru fimm færri enn oddaliðið Stjørnan.