Tjaldrið eftir Brimli

Um ikki Fíggjarmálastýrið og feløgini finna eina semju, er hugsandi, at Tjaldrið verður sent til Noregs at sleipa nýggja vaktarskipið, Brimil, sum hevur ligið í Noreg í tríggjar vikur, heim

 

? Ein møguleiki er at senda Tjaldrið til Noregs eftir Brimli, um eingin loysn verður funnin nakað skjótt, sigur Elmar Højgaard, stjóra á Vaktartænastuni.

Tað er Fiskimálastýrið, sum stendur sum skrásettur eigari av nýggja vaktarskipinum, men tað er Vaktartænastan, sum er reiðari, og tí var hesin spurningur settur stjóranum á Vaktartænastuni.

Og Elmar Højgaard tekur undir við, at Brimil má fáast sum skjótast at loysa frá bryggju og setast í ta tænastu, sum vaktarskipið er ætlað.

 

Norsk bløð skriva

Og til sama spurning sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, at tað er sjálvandi hansara ætlan at fáa vaktarskipið hendavegin og so skjótt, sum gjørligt. Sambært Jørgen Niclasen eru fleiri møguleikar at fáa Brimil til Føroya, men hann vil ikki koma nærri inn á, hvussu hetta skal gerast. Tað allarbesta er sjálvandi, at Fíggjarmálastýrið og feløgini koma til eina semju, so skipið fær siglt sjálvt heim, metir fiskimálaráðharrin.

Tað seinasta nýggja er, at nú eru norsk bløð farin at skriva um Brimil, og m.a. verður sagt í onkrum blað, at støðan er ikki verri enn so, at manningin umborð hevur okkurt til matna enn.

Men tó at endalig støða ikki enn er tikin um, at fiskimálaráðharrin gevur Vaktartænastuni boð um at fara eftir nýggja vaktarskipinum, so er hetta ein møguleiki sum hevur verið nevndur nakrar ferðir.

Ein annar fyrimunur við at fáa Brimil heim til Føroya er, at vaktarskipið rindar ikki bryggjupengar í Føroyum - eins og tað ger í Noreg.