Tjaldrið aftur best

Á Norðoyastevnu var tað í endaspurtinum, at Tjaldrið vant burtur úr kappingarneytunum. Í startinum og miðróðrinum hevði tað annars ikki verið so nógv, sum hevði bent á, at guli báturin skuldi verða so greiður vinnari.

Í dag var eingin ivi. Tjaldrið var longu í startspurtinum frammi í oddinum. Eina løtu tóktist tað sum um, at stórur spenningur skuldi verða um úrslitið.

Teistin, Blikur, Junkarin og Royndin Fríða høvdu hug at bjóða av í kappingini.

Men í endaspurtinum var tað bara kapping um næstfremsta plássið. Tjaldrið fleyg avstað og var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Teistan.

 

5 mannafør dreingir

1 Tjaldrið 05:16.00

2 Teistin 05:18.22

3 Blikur 05:19.19

4 Junkarin 05:20.00

5 Royndin Fríða 05:20.13

6 Kollur 05:23.24

7 Havfrúgvin 05:24.00

8 Jallurin 05:24.13

9 Ritan 05:33.17

10 Firvaldur 05:46.04

 

Støðan í FM

1 Tjaldrið 14

2 Blikur 10

3 Junkarin 10

4 Teistin 9

5 Royndin Fríða 7

6 Havfrúgvin 3

7 Kollur 3

8 Firvaldur 0

9 Ritan 0

10 Jallurin 0