Eg veit eitt vakurt tjaldurspar,?tað tríggjar ungar átti sær.?Tey føði fingu hvønn ein dag?og vóru tí í góðum lag.? ?Á Ambadali áttu tey?ímillum neyt og nógvan seyð.?Tá ferføtt dýr til reiðrið gekk,?tað straks ein sting í ryggin fekk.? ?Ei dámdi teimum børn so smá,?tí pisur tvær tey vildu fá.?Tá gott, at pápin skjótur var,?og aftur tær í reiðrið bar.? ?Og ravnar, krákur, kjóvar við?ei vildu geva teimum frið;?men ótu egg og ungar fleir,?so har mangt reiðrið er ei meir.? ?Tí reiður nýtt tey hava bygt?í bønum, har tey sova trygt.? Ja, mangt er broytt í hesi verð,?nú barnið teirra vinur er.? ?Vár tjóðfuglur, vælkomin ver,?tú sól og summar Føroyum ber.?Rek ravn og kráku burt frá tær,?so frið og framburð fólkið fær.?
?Á kyndilsmessu 2011.??
P.J. Sigvardsen