Christian olsen, leiðari á kunningarstovuni í Klaksvík gongur í løtuni og leggur seinastu hond á úti í Grøv á nýgja tjaldingarplássinum. Fyri nøkrum døgum síðani kom toilettvognurin, sum kommunan hevur keypt, og nú skulu bara setast nakrar skrellispannir upp ? so er púra klárt at taka ímóti gestum.
Upprunaliga var ætlanin, at tjaldingargestirnir skuldu hava atgongd til w.c., brúsu og tekøk í barnagarðinum Fjallafípuni, ið liggur við síðuna av tjaldingarplássinum.Men hetta varð av ongum, tá kommunan gjørdi av at barnagarðurin ikki fór í summarfrí, og so varð neðugt at fáa ein toilettvogn til vega.Tað tók eitt sindur longri enn vænta at fáa vognin til landið,sigur Christian, men nú er hann so komin at standa, har hann skal.
Gott pláss
Í vogninum eru 2 w.c við ókeypis atgongd umframt 2 brúsur vaskimaskina og turkitrumla, sum gestirnir kunnu nýta umvegis eina myntskipan.
Á tjaldingarplássinum verður pláss fyri umleið 30 teltum í vanligari stødd, og sunnanfyri Fjallafípuna verður pláss fyri eini 10 húsvognum.
Eitt vaktarfólk fer at halda eftirlit við tjaldingarplássinum, sum annars verður opið alt døgnið
Til ber at bíleggja sær pláss á tjaldingarlássinum við at venda sær til Norðoya Kunningarstovu á tlf. 45 69 39
Kostnaðurin er 50 kr. um døgnið fyri hvønn persón.