Tjaldingarpláss á Eiði

Eiðis Kommuna hevur gjørt tjaldingarpláss vestan fyri hotelið. Pláss er fyri 15 húsvognum og 15 tjøldum, eins og wc, bað og turkirúm eisini eru á plássinum

Ferðavinna

Eiði:
Fyrsta rættiliga tjaldingarplássið, campingpláss, uttan fyri Havnina er nú alment latið upp á Eiði. Tað er Eiðis Kommuna, sum hevur gjørt tjaldingarplássið, og kommunan hevur sett fólk at taka sær av tí.
Tað koma vanliga nógv útlendsk ferðafólk til Eiðis. Serliga er tað teir dagarnar, tá Norrøna er í Bergen, at fólk, sum á veg til Íslands bíða í Føroyum, koma norður til Eiðis.
Nógv teirra eru í stórum sonevndum »autocamparum«, teimum stóru húsvognunum.
Hesi hava ongastaðni havt at farið sum so, og hava tí fyri ein stóran part hildið til á økinum vestan fyri Hotel Eiði.
Hotel Eiði hevur so lagt bað og wc til, tá brúk hevur verið fyri tí, greiðir Hans Petur Poulsen, stjóri á Hotel Eiði, frá.
Eiðis Kommuna hevur nú tikið avleiðingarnar av hesum og hevur gjørt eitt rættiligt tjaldingarpláss á júst tí økinum, hesi ferðafólkini plaga at halda til á vestan fyri hotellið.
Økið er slættað og ein partur av tí er gjørdur til eina vakra grasfløtu, har eini 15 tjøld kunnu standa á. Á sjálvum bilplássinum er rúm fyri umleið 15 húsvognum.
Sett er upp hús, har wc og bað eru inni. Og eisini er turkirúm, har feðrafólk fáa høvi heingja upp eitt nú klæði, ein vátan sovipoisa, ella hvat tað nú skal vera.
Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, greiðir frá, at tað er formaðurin í Teknisku Nevnd hjá Eiðis Kommunu, Knút Vesturdal, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, sum arbeiðsfólk hjá kommununi hava gjørt.
Eiðis Kommuna hevur sett ein mann at hava ábyrgdina av tjaldingarplássinum ta tíðina, opið er. Alment verður plassið opið ta tíðina, Norrøna er í summarsigling.
Tað kostar 50,- krónur um samdøgurði fyri hvønn vaksnan at búgva á tjaldingarplássinum á Eiði. Børn gjalda hálvan prís.
Enn manglar skelting, sum vísir til tjaldingarplássið, men tað fer at verða gjørt sum skjótast, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri.
Eisini sigur hann, at tað er komið rættiliga ofta fyri seinnu tíðina, at húsvognar, sum komnir eru til Eiðis, hava tikið støðu á havnarlagnum, meðan teir hava bíðað eftir Norrønu. Tað ber ikki til, og har fara eisini at verða sett skelti upp, sum nokta fyri tí og samstundis vísa til nýggja tjaldingarplássið.
Fólk frá Ferðaráði Føroya hava hugt at plássinum, og Heri Niclasen, stjóri á Feðraráðnum, er væl nøgdur við úrslitið, sigur hann.
Umframt nýggja tjladingarplássið er eitt sonevnt hvílipláss oman fyri bygdina á Eiði, har eisini rættiliga nógvir fremmandir bilar steðga á at gera ymiskt smáørindi.
Inni í sjálvari bygdini á Eiði manglar eitt alment wc, sigur borgarstjórin. Men tann tørvurin fer at verða loystur í næstum, sigur hann. Eiðis Kommuna hevur í umbúna at byggja eitt nýtt alment wc nærindis kirkjuni, sum er fyrsta staðið, fólk sum koma til Eiðis, koma til, og har eisini nógv teirra steðga á, greiðir borgarstjórin frá.