Tjalding undir bestu umstøðum

Á kampingøkinum við Gjógv er snotuligt baðirúm, lítil køkur, vaskimaskina, turkitrumla og frítt internet.

Sunda kommuna, sum Gjógv er partur av, hevur í vár gjørt kampingøkið Flatnagarð við Gjógv betri, soleiðis at tað nú eisini ber til at tjalda á økinum.

 

- Tjaldingarplássið liggur ovast á økinum og hevur pláss fyri áleið átt tjøldum. Prísurin fyri at tjalda er 200 krónur um náttina fyri hvørt tjaldið.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at allir hentleikar eru á kampingøkinum við Gjógv, og bæði kampingpláss og tjaldingarpláss verða bíløgd um Gjáargarð.

 

- Á kampingøkinum er snotuligt baðirúm, lítil køkur, vaskimaskina, turkitrumla og frítt internet, verður lagt aftrat.